Thursday, November 12, 2009

Deyður drongur livandi aftur

Eitt satt undur: var livandi og doyði. Var deyður og livnaði aftur júst tá nøkur fólk bóðu fyri viðkomandi barni, sum var sagt at vera deytt av lækna.

Tað var ómetaliga gott, at tey bóðu júst, tá tey bóðu. Ella, kanska tað ikki hevði gjørt nakað, tí drongurin hevði óivað livna aftur líkamikið nær tey bóðu. Gott at gud hjálpti hesum dronginum; harmiligt, sæð frá mínum sjónarmiði, at ikki øll fáa somu lagnu, sum biðið verður fyri.

Kanska aftur gongd á nú

Leingi hevur mín skeptika blogg ligið still. Vónandi kann nú lýsna eitt sindur aftur fyri henni. Vanliga plagdi eg at finna nøkur spennandi tíðini, sum snúðu seg um okkurt við religión, filosofi ella vísindi.

Men eg haldi, at ein roynd var gjørd fyri ikki so forferdiliga langari tíð síðan fyri at fáa gongd á, men nei. Nærum einki hendi.

Nú fáa vit at síggja.

Uhaa. Eg síggi, at tað er meir enn eitt ár síðani seinasta innlegg.